Nú gjørdist talan enn einaferð um kampval til fomanspostin í FSF. Og hesa ferð gjørdist tú akkurát av ov stuttur. Hvørjar tankar renna fram, tá tú stendur í slíkari støðu?
- Sjálvandi ávirkar tað. Men nú havi eg verið við í so nógv ár, og so veit mann, at slík ting kunnu henda. Og tí er mann sjálvandi fyrireikaður upp á møguleikan. Og eg haldi tað vera týdningarmikið, at tú viðurkennir avgerðina, sum aðalfundurin tekur. Tann dag, tá ein somikið stórur felagsskapur sum FSF ikki viðurkennir demokratisku spælireglurnar, eru vit í øllum førum á skeivari leið.
Fyri tveimum árum síðani – og tað hevur aftur verið ført fram hesaferð – at fjarstøðan millum føroysku feløgini og FSF er vorðin dekan ov long, samstundis sum FSF hevur flutt seg nærri UEFA. Er tað ein trupulleiki, at krøvini eru herd somikið upp á stutta tíð.
- Eg ivist í, hvussu stórur trupulleiki tað er. Tað er givið, at krøvini eru herd, men eg eri ikki samdur í, at fjarstøðan millum FSF og feløgini skal vera økt so nógv. Vit hava havt eina røð av fundum við feløgini, har viðurskiftini støðugt verað umrødd, so tað er eitt sjónarmið, sum eg haldi hvílir á einum rættiliga tunnum botni.
- Hinvegin er tað eisini so, at føroysku feløgini ikki hava megnað at fylgt somikið skjótt við krøvunum, sum Fótbóltssambandið hevur tað. Og tað eru nakrar heilt greiðar orsøkir til. So eg haldi tað vera týdningarmikið, at feløgini støðugt líta frameftir, eins og tað hevur stóran týdning, at tey fáa neyðugu hjálpina frá Fótbóltssambandinum. Tað veit eg eisini, at tey fáa, men treytin er, at feløgini eisini sjálv eru við til at skapa neyðuga grundarlagið fyri hesum.
At enda Óli. Hevur tú nøkur góð ráð til Høgna í Stórustovu, nú hann setir seg í forsetasessin?
- Nú er tað ikki mín lutur at skula geva forsetanum góð ráð. Høgni hevur so verið í FSF í tvey ár, og tí kennir hann væl til flestu av viðurskiftunum. Men tað er givið, at skalt tú standa fyri einum somikið stórum felagsskapi, sum føroyskur fótbóltur er. So mást tú vera opin og heiðurligur, og tú mást skilja, at eitt er fyrisiting og eitt er politikkur. Tað má vera greiður skilnaður millum hesi bæði. Og so má hann duga at útdelegera, tí við støddini, sum føroyskur fótbóltur hevur, so ber ikki til at toppstýra, sigur Óli Holm.