Liðið hjá Hákuni er úti av meistarastríðnum

Skanderborg Århus tapti fyri Bjerringbro/Silkeborg og kunnu tí ikki longur røkka hálvfinalunum í endaspælinum

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus eru úti av meistarastríðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Skanderborg Århus tapti sera avgerandi dystin í bólki 2 fyri Bjerringbro/Silkeborg á útivølli.

 

Bjerringbro/Silkeborg vann dystin 28-24 aftaná at hava verið á odda 14-11 í steðginum.

 

Nú er bert ein dystur er eftir at leika hevur GOG átta stig, Fredericia hevur sjey stig, Bjerringbro/Silkeborg hevur fimm stig og aftast er Skanderborg Århus við trimum stigum.

 

Komandi sunnudag spælir Hákun seinasta dystin fyri Skanderborg Århus, tá Fredericia kemur á vitjan.

 

Komandi kappingarár fer Hákun at spæla við Füchse Berlin. Áðrenn tað er U21 HM-endaspælið á skránni í júst Týsklandi, dagarnar 20. juni til 2. juli.