Liðið hjá Óla rakk ikki Final Four í steypakappingini

Sävehof uttan Óla Mittún tapti eisini seinnu fjórðingsfinaluna móti Ystad

Sävehof uttan ein sjúkrameldaðan Óla Mittún reyk í kvøld út úr svensku steypakappingini aftaná samlað 58-69 tap fyri Ystad í fjórðingsfinalunum.

 

Ystad vann fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli 30-26, og vann í kvøld greiðan 39-32 sigur á Sävehof í Partille. 

 

Óli og liðfelagarnir kunnu nú hugsavna seg um avbjóðingarnar í bestu svensku deildini og í EHF European League.

 

Týskvøldið spælir Sävehof útidyst móti Pfadi Wintherthur í European League.