Í dag møttust liðini hjá Áslu Johannesen og Jóhannu Fossdalsá Sørensen í bestu svensku fótbóltsdeildini. Damallsvenskan verður deildin nevnd í Svøríki.
Norðuri í Piteå tók heimaliðið Piteå móti Häcken. Dysturin endaði við javnleiki 0-0.
Ásla kom á vøllin fyri Piteå í 54. minutti, og Jóhanna leikti 84 minuttir fyri Häcken.
Häcken hevði fýra royndir innanfyri málrammurnar, meðan Piteå onga roynd hevði innanfyri málrammurnar, so tær hjá Piteå eru helst nøgdari við úrslitið.
Häcken er næstfremst í deildini við 40 stigum, men tær eru heili 11 stig aftanfyri oddaliðið, Rosengård, ið enntá hevur spælt ein dyst færri enn Häcken. Rosengård hevur vunnið 17 av 17 dystum, so tær snáva neyvan í gullstríðnum. Leikt vera 26 umfør í bestu svensku kvinnudeildini.
Piteå er nummar seks í deildini við 23 stigum.