Liðini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Jóhan á Plógv Hansen, THW Kiel og Skanderborg-Aarhus fingu fult stigatal í innleiðandi bólkaspælinum í EHF European League.
Elias og liðfelagarnir í Kiel vunnu á heimavølli trivaligan 27-18 sigur á franska liðnum, Montpellier. Í steðginum var Kiel á odda 14-11.
Elias skoraði seks mál upp á níggju málroyndir, og hann var toppskjútti hjá Kiel.
Kiel vann bólk B við 12 stigum. Montpellier er nummar tvey við átta stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini.
Jóhan og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu á útivølli 37-30 á slovenska liðnum, Grosist Slovan. Í steðginum var Skanderborg-Aarhus frammanfyri við fýra málum, 16-12.
Jóhan skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá Skanderborg-Aarhus.
Skanderborg-Aarhus vann bólk C við 12 stigum. Granollers gjørdist nummar tvey við sjey stigum, og sleppur eisini at halda fram í kappingini.











