Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ mistu í dag eitt keðiligt stig í uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ megnaði á heimavølli bert javnleik 25-25 móti Grindsted, og tað kom illa við í kapprenningini við Ringsted um fremsta plássið í deildini. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12.
Rói skoraði eitt mál fyri HØJ í dag.
HØJ er næstfremst í deildini við 23 stigum, sama stigatali sum RIngsted, ið tó hevur leikt ein dyst færri enn HØJ.
Liðið hjá Brandi Halgirssyni, Team Sydhavsøerne vann á útivølli 31-30 á HC Aarhus. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 17-15.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 19 stigum.
Komandi leygardag tekur Team Sydhavsøerne móti Skovbakken á heimavølli. Dagin eftir spælir HØJ á útivølli móti Odder.