Liktinsteinskir miðlar: Føroyar vóru effektivari

Í Liktinstein heldur onkur miðlamaður, at Liktinstein royndi "at spæla við"

Hjá frásøgumanninum hjá FM1, Tróndi Arge og hjá viðmerkjaranum hjá FM1, Teiti Joensen var eingin ivi: Liktinstein er veikasta landsliðið sum hevur vitjað Føroyar fyri at spæla ein altjóða skrásettan dyst.

 

Hjá hinum føroyska ítróttarmiðlafólkunum er niðurstøðan tann sama aftaná Føroyar við 5-1 sigri á Liktinstein á Tórsvølli vunnu sín higartil størsta sigur nakrantíð.

 

Tí er tað forkunnugt at vita hvat liktinsteinsk ítróttarmiðlafólk skriva um dystin.

 

Blaðið "Volksblatt", ið er málgagnið hjá vinstraveinginum í Liktinstein skrivar, at hóast Liktinstein mátti vera nakrar av berandi kreftunum á liðnum fyri uttan, so gjørdi liðið eftir umstøðunum eitt "Gott arbeiðið". Víðari skrivar Volksblatt, at Føroyar - hóast vit brendu nógvar málmøguleikar - vóru effektivar og gagnnýtti sínar málmøguleikar, og tí bleiv munurin á máltalvuni so stórur. Volksblatt heldur, at tað var jaligt, at Liktinstein skoraði eitt mál og, at unga liðið "royndi at spæla við". 

 

Heimasíðan hjá liktinsteinska fótbóltssambandinum skrivar, at aftaná 0-7 tapið fyri Sveis farna hósdag vildi liðið hava eina "reaksjón" móti Føroyum, og tað var týðiligt ta fyrstu løtuna av dystinum. Liktinstein yvirraskaði fyrstu løtuna við at trýsta føroyska liðið, við at renna nógv og við at vera aggressivir í nærdystunum. Liðið tordi eisini betri at spæla bóltin enn í dystinum móti Sveis, sambært Olenu Goffa, miðlakvinnu hjá liktinsteinska fótbóltssambandinum. 

 

Olena Goffa fegnast um góða leiðslumálið hjá Liktinstein, men staðfestir síðani, at liktinsteinska gleðin var stokkut.  Hon skrivar, at aftaná Klæmint A. Olsen javnaði fyri Føroyar tyktist liktinsteinska liðið at vera skelkað. 

 

Olena Goffa staðfestir eisini, at Føroyar vóru "Spældikterandi", høvdu bóltin nógv meira og komu til væl fleiri málmøguleikar, og so skrivar hon eins og Volksblatt, at Føroyar gagnnýttu sínar málmøguleikar væl. Har eru vit føroysk miðlafólk kanska ikki heilt samd, tí 8-2 sigur til Føroyar hevði ikki verið forborgið. 

 

Um seinna hálvleik skrivar Olena Goffa, at tá vóru ikki so nógv hæddarpunkt, hóast Liktinstein hevði tveir av sínum trimum málmøguleikum í seinna hálvleiki. Tó skrivar hon, at Føroyar aftaná málini hjá Klæminti Olsen og Viljormi Davidsen høvdu stórar málmøguleikar.