Øll línuskipini eru til fiskiskap, men tey flestu eru nýliga byrjaði túr. Tí væntar Fiskamarknaður Føroya ikki nógv skip við línufiski í næstu viku.
- Eitt línuskip, sum fiskar brosmu og longu, landar síðst í vikuni. Tvey onnur koma eisini inn at landa síðst í vikuni, og hava tey mest av toski og hýsu.
Lagt verður aftrat, at línuskipini, sum nýliga eru byrjaði túr, fiska bæði á djúpum vatni, á Íslandsrygginum og undir Íslandi.
- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður helst eisini brúkiligt fyrst í vikuni.
Fiskamarknaður Føroya væntar tí nakað av útróðri í næstu viku.