Lise Nolsøe 70 ár

Mánadagin 23. oktober 2006 fylti Lise Nolsøe, fyrrverandi yvirlækni á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, 70 ár.

Lise, f. Foss, er donsk, ættað úr Hodder/Thistrup í Suðurjútlandi og bleiv liðug sum lækni 27 ára gomul. Kom til Føroya fyrst í 60-unum, har hon arbeiddi á medisinisku deild á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur arbeitt í Føroyum í fleiri umførum á psykiatriska deplinum.
 
Hon hevur eisini arbeitt á ymiskum psykiatriskum sjúkrahúsum í Danmark. Arbeiddi í fleiri ár á Statshospitalinum í Nykøbing Sjælland. Hevur eisini arbeitt í Augustenborg, í Risskov, í Esbjerg og í Hviding, alt innan fyri sálarsjúku. Í 1979 varð hon so útbúgvin serlækni innan psykiatriina.
 
Seinastu 10 árini hevur Lise arbeitt sum yvirlækni á Psykiatriska Deplinum. Hon var øll hesi árini "fast inventar" á Deild 1 og Deild 5, men sjálvsagt vóru eisini nógvar aðrar uppgávur at loysa, sum stundum vóru sera krevjandi. Her verður eisini hugsað um, at tey seinastu árini hava tað bert verið tveir yvirlæknar fyri alt økið, so ikki kann sigast annað enn, at allar hesar krevjandi uppgávur hevur Lise klárað heilt væl,
til hon so gavst vegna aldur í august í ár. Sum ein av starvsfeløgunum segði í eini føðingardagsheilsan til hana: "Og alligevel føler jeg, tilsammen med de fleste andre af dine kolleger, at du ved din faglige arbejdsindsats, dit alment menneskelige engagement, positive, optimistiske livssyn, samt humoristiske måde at være sammen med os på, tilsammen udgør en vigtig del af det posale liv på Lægegangen".
 
Lise var væl dámd av sjúklingunum, hon var góð við sjúklingarnar og teir við hana.
Við sínum stillføra og fyrikomandi verimáta skapti hon eitt vinarlag millum seg og sjúklingarnar. Tað sást best, tá hon gavst – hon fekk hópin av gávum frá sjúklingunum.
 
Nú Lise er givin at arbeiða, fer hon ikki at falla í fátt fyri tað. Hon gongur høgt upp í listina, er til allar tær framsýningar sum eru, hon hevur umhugsað at tikið skeið í “kunsthistorie”. Gongur eisini til russiskt og til foto. Hon hevur eitt stórt dyrkilendi í Hodder, har hon gongur við lív og sál uppí hvussu alt nørist í besta blóma, har er alt, ein kann hugsa sær, ið veksur av grønmeti og fruktum. Hon veltir eplir, øll sløg av káli, gularøtur øll sløg av berum og mangt annað. Soleiðis er Lise, alt sum er livandi og grør, gongur hon fult upp í við likam og sál.
 
Í 1971 giftist Lise við Páll J. Nolsøe, landsskjalavøri, sála, sum t.d. skrivaði Føroya Siglingarsøgu. Páll doyði í 1996.
 
Lise eigur ein son, sum eitur Jens og býr í Klampenborg, og ommudóttrina, Carla.
 
Lise var burturstødd føðingardagin.