Listaframsýning í Glarsmiðjuni

Sunnudagin 16. mai 2004 kl. 15.30 letur Pól Skarðenni listamaður upp málningaframsýning í Glarsmiðjuni í Bøgøtu 16 í Havn.

Á framsýningini vera umleið 30 oljumálningar, har høvuðsevnið er Tórshavn.

Allir málningarnir eru málaðir úti og á staðnum framman fyri myndaevnið.
Hesin háttur við at mála úti verður nevndur "plain-air" og verður brúktur nógvastaðni - serliga í USA.

Pól er klaksvíkingur og útbúgvin verkfrøðingur, hann arbeiðir sum listamaður og býr á Vatnsoyrum.

Ferniseringin verður sunnudagin frá kl. 15.30-17.30, annars verður framsýningin opin alla viku 21 soleiðis: Mánadag 15.00 - 17.30,
týsdag ? fríggjadag 10.00 - 17.30, leygardag 10.00 - 12.30.