Listaframsýning við Sofusi D. Poulsen í Ribarhúsi

Fernisering til listaframsýningina "Litføgru oyggjar" verður klokkan 17.30 í dag

 

Mentanardagarnar í Ribarhúsi í Fuglafirði byrja við fernisering í dag klokkan 17.30.

 

Tað er Sofus D. Poulsen, ið hevur listaframsýning í Ribarhúsi. Sofus nevnir hesa framsýningina: “Litføgru oyggjar”.

 

Til ferniseringina sigur varaborgarstjórin, Eyðun á Lakjuni nøkur orð og kórið ”Silvitni” syngur. 

 

Um framsýningina sigur Sofus: - Eg hoyrdi einaferð eina søgu um Sámal Joensen Mikines, at hann meðan hann var á Kunstakademiðnum, varð biðin um at tekna eina mynd av eini avís/tíðindablaði, ið lá rukkað saman á borðinum. Tá professarin kom framvið Mikines, sigst at hann skal hava sagt: ” Mikines! det der ligner ikke en krøllet avis, det ligner fjelde/bjerge”.

 

Eg smíltist tá eg hoyrdi søguna, tí júst hetta sum Mikines gjørdi, vísir hvussu heimlongsul hansara kom til sjóndar í hansara málningum, heilt til ellisár hansara. Eg fái heldur ikki gjørt annað, tí Føroyar eru innan í mær og altíð nærverandi. Tær litføgru oyggjarnar, tað skiftandi ljósið og árstíðirnar, eru fyri mær ein ótømandi kelda av tilfari til málningar og verk sum eg vónandi komi at gera, til eg, um Harrin vil, gerist gamal.

 

Til hesa framsýningina eru øll verkini nýggj, og til hetta høvið ein spildurnýggjur dansiringur. Tónleikainnsløg vera allar Mentunnardagarnar, og spæli eg sjálvur nøkur løg saman vid øðrum tónleikarum. Øll eru hjartalig vælkomin at síggja málningaframsýningina: ”Litføgru oyggjar”, sum hongur í Ribarhúsi til 13. september, sigur Sofus.