Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið Nations League dyst móti Litava á útivølli. Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Men stóra undansendingin byrjar longu klokkan 17.15. Á skránni vera samrøður úr Vilnius í Litava umframt landsliðssangir og nýmótans fosturlandssangir.
Tá dysturin er liðugur fer Tróndur Arge at taka samanum avrikið hjá føroyska landsliðnum, og eftir tað fáa vit samrøður við venjara og leikarar frá "Mixed Zone".
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo