Lítið undirhald og stórur fagnaður

Ongland hevur møguleika at vinna seg í fyrstu finaluna síðani 1966

Gareth Southgate misnýtti brotsspark ímóti Týsklandi í hálvfinaluni í 1996. Hann hevur framvegis møguleika fyri at vera fyrsti venjarin, sum megnar at vinna Ongland í finalu í endaspæli síðani HM finaluna í 1966

Football is coming home rungaði í 1996, tá ið EM endaspælið var í Onglandi. Tá var tað stórt vónbrot, tá ið vertirnir í hálvfinaluni og eftir brotssparkskapping vórðu varpaðir úr hálvfinaluni. Tá var tað miðverjin Gareth Southgate, sum misnýtti avgerandi brotssparkið.

 

Nú er Gareth Southgate venjari hjá Onglandi, og onglendingar eru spentar, um tað fer at eydnast venjaranum og hansara monnum at vinna seg í fyrstu finalu í endaspæli síðani 1966, tá ið Ongland vann HM fyri fyrstu og higartil einastu ferð.

 

Fyri 55 árum síðani var finalan á Wembley í London. Tað verður hon eisini annan sunnudag. Um Ongland skal verða annar parturin í finaluni, so er treytin, at Ongland í kvøld vinnur í Róm ímóti Ukraina og so mikukvøldið, tá ið mótstøðuliðið verður Danmark ella Kekkia.

 

Ongland verður roknað at vera stórfavorittur ímóti Ukraina, sum stríddist í 120 minuttir í áttandapartfinaluni ímóti Svøríki í Bukarest.

 

Tað hevur undan dystinum í kvøld verið ivi um fleiri av lyklaspælarunum hjá Ukraina vera førir fyri at spæla.

 

Í Onglandi eru vónirnar bjartar um, at tað skal eydnast kendu favorittunum at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Tó verður kring fótbóltsheimin ikki hildið so nógv um undirhaldi hjá Onglandi. Tað verður sagt, at Gareth Southgate er sera verjukendur, og at tað gongur yvir álopsspælið. Tølini siga, at Ongland í fýra dystum hevur skorað fýra mál, og at einki mál er farið ígjøgnum.

 

Eingilska pressan fylgir væl við, og øksin liggur brínd at taka til, um tað skuldi kiksað hjá Onglandi. Men um tað gongur væl, og tað fer at eydnast Onglandi at spæla seg í fyrsta finaluna í endaspæli síðani 1966, so verður alt gloymt um, at tað ikki altíð er so áhugavert at síggja Ongland spæla í endaspælinum.

 

 

 

Tá fer av álvara at verða sungið, at Football is coming home.

 

Gareth Southgate misnýtti brotsspark ímóti Týsklandi í hálvfinaluni í 1996. Hann hevur framvegis møguleika fyri at vera fyrsti venjarin, sum megnar at vinna Ongland í finalu í endaspæli síðani HM finaluna í 1966