Lítil grind út fyri Glyvursnes

Støða er ikki tikin til um hon skal haldast til

Fyri eini løtu síðani varð boðað frá, at ein grind lá út fyri Glyvursnes. Grindin varð sædd úr landið, men mett var, at talan er um eina ógvuliga lítla grind, kanska einir 15 hvalir. Løgreglan sigur, at fólk eru á veg út til grindina at hyggja og so verður støða tikin til um tey skulu royna at halda henni til, ella um tey lata hana fara.

 

Grindamenn halda, at hetta eru nakrir hvalir, sum liggja eftir aftan á grindina í Sandagerði leygardagin, tí upprunaliga var hon nógv størri enn teir hvalirnir, sum løgdu beinini