Lítil í orðum - stórur í tølum

Pelagos í Fuglafirði hevur sett egið met í ráfiskanøgd í ár - við 114.000 tonsum av uppsjóvarfiski. Hetta er væl meira, enn stjórin roknaði við í fyrru hálvu av desember.

 

- Skriva heldur 90.000 tons enn 100.000 tons, segði Jóhan Páll Joensen beint fyri hálvan desember í ár.

Tá In.fo skifti orð við stjóran á Pelagos í Fuglafirði, Jóhan Páll Joensen, beint fyri miðjan desember, segði maðurin, at samlaða ráfiskanøgdin hjá stóra uppsjóvarvirkinum í 2021 helst fór at liggja um eini 100.000 tons.

 

Men, løtu eftir, at samrøðan var liðug, ringdi telefonin. Nú var tað aftur Jóhan Páll Joensen, sum vildi broyta sína útsøgn og meting um rávøru til 90.000 tons heldur enn 100.000 tons, sum hann annars hevði sagt í samrøðuni.

 

Nú árið nærkast endanum, er greitt, at stjórin á Pelagos á ongan hátt tók munnin ov fullan, hvat ráfiskanøgd viðvíkur, tí sjálvan jólaaftan kundi Norðlýsið bera tíðindini um, at Pelagos hevur tikið ímóti heili 114.000 tonsum í ár.

 

Og tað er tað mesta nakrantíð, síðan virkið byrjaði at taka ímóti fiski.

 

Í samrøðuni við In.fo vísti Jóhan Páll Joensen á, at umleið helmingurin av ráfiskanøgdini í ár er makrelur, og síðan er hin helmingurin sild, svartkjaftur og lodna. Hugsandi er tó, at býtið millum fiskasløgini er broytt nakað, nú sildin kom so seint.

 

- Vit keyptu fyrstu sildalastirnar í heyst umleið ein mánaða seinni enn vanligt, men síðan hevur nógv virksemið verið, og sildin hevur verið góð. Eingin veit, hvussu leingi sildin heldur á, og enn er makrelur eisini eftir at fiska, segði hann í samrøðuni. 

 

Jóhan Páll Joensen vísti eisini á, at síðan Pelagos byrjaði sítt virksemi, hevur einki ár verið eins. - Tí er tað eisini ógvuliga trupult at meta um komandi ár, segði stjórin, sum fyrr í desember var lítillátin í orðum, men sum gjørdist stórur í tølum, tá til stykkis kom.

 

##med2##

 

 

- Skriva heldur 90.000 tons enn 100.000 tons, segði Jóhan Páll Joensen beint fyri hálvan desember í ár.