Lítla kráka samlar og Blandað Drops í Miðlatúni

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Miðlatún skipa fyri søgu- og sangløtu í Miðlatúni í Vági fríggjadagin 27. mai kl. 14.

Í sambandi við at nýggj upprunaføroysk smábarnabók kom út fyrr í ár, verður skipað fyri hugnaligari søguløtu við rithøvundinum Jenny Kjærbo.

 

Áðrenn søguløtuna syngja børn í Vágs skúla, undir leiðslu av Dagfinni Olsen, nøkur løg av Blandað Drops útgávuni, sum kom út í fjør.

 

Bókin eitur Lítla kráka samlar, og Jenny Kjærbo, sum er fødd og uppvaksin í Sumba, hevur skrivað og myndprýtt.

 

##med2##

 

Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.

 

Bókin er ætlað børnum umleið 0-3 ár.

 

Skráin

 

- Bókadeildin bjóðar vælkomin

 

- Barnakórið, Blandað Drops, syngur nøkur løg

 

- Jenny Kjærbo lesur Lítla Kráka samlar

 

Høvi verður eisini at keypa bókina fyri serprís.

 

Tiltakið er fyri øll børn og barnsligar sálir.

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.