Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted spældu tíðliga seinnapartin dyst móti AGF í Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Ringsted lá til at fáa áttanda sigurin á rað, men í allarseinasta sekundinum javnaði Camilla Faartof hjá AGF til endaliga úrslitið, javnleik 27-27.
Í steðginum var Ringsted á odda 10-9.
Tað gekk framúr hjá Lív í dag. Lív var saman við Anne Cathrine Lundbye toppskjútti hjá Ringsted. Tær skutu sjey mál hvør.
Ringsted er framvegis á triðja plássinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting til bestu deildini. Ringsted hevur 23 stig á triðja plássinum, eitt stig meir enn Holstebro á fjórða plássinum.
Komandi leygardag hevur Ringsted heimadyst móti DHG.