Liverpool keypir í Skotlandi

Premier League: Liverpool hevur keypt ein skotska bakk – tað riggaði væl seinast

Mynd: (Liverpoolfc.com)

Liverpool hevur keypt 18 ára gamla Calvin Ramsay frá Aberdeen í Skotlandi. Skotski høgri bakkurin, er annar skotski bakkurin í Liverpool. Undan honum er landsmaðurin Andy Robertson eisini í felagnum.

 

Í báðum førum eru talan um bakkar, sum ikki hava fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot. Andrew Robertson kom í 2017 til Liverpool frá Hull City. Hann hevur síðani vunnið sær fast pláss á vinstra bakkinum, har hann hevur vunnið bæði Premier League og Champions League.

 

Nú er vónin í Liverpool, at Calvin Ramsay kann endurtaka søguna. Hann hevur spælt eitt kappingarár á besta liðnum hjá Aberdeen. Tað hevur hann gjørt somikið væl, at Liverpool hevur rindað umleið 55 milliónir krónur fyri hann.

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, er fegin um keypið. Hann sigur, at Calvin Ramsay er ein spælari, ið kann blíva avbera góður. Hann verður í fyrstu atløgu varamaður hjá Trent Alexander-Arnold. Liverpool tykist vera í holt við at skifta út í hópinum.

 

Liverpool hevur í summar keypt tríggjar spælarar. Darwin Núñez, 22 ár, Fábio Carvalho, 19 ár og Calvin Ramsay 18 ár. Í vetur kom Luis Díaz, 25 ár, og  í fjør keypti felagið millum annað Ibrahima Konaté og Harvey Elliot, ið vóru ávíkavist 22 ár og 18 ár tá.

 

Millum teirra, ið eru farnir eru Sadio Mané, 30 ár, Divock Origi, 27 ár og helst eisini Takumi Minamino, 26 ár.

 

Mynd: (Liverpoolfc.com)