Liverpool lúra eftir West Ham leikara

24 ára gamli Jarrod Bowen sigst at vera ávegis til Liverpool

24 ára gamli Jarrod Bowen var sera týdningarmikil fyri West ham í fjør. Álopsleikarin skoraði átta mál og gjørdi fimm upplegg í 38 dystum. Sambært viðurkenda miðlinum, The Athletic, eru Jurgen Klopp og Liverpool farnir í holt við at tryggja sær undirskrift hansara.

 

 

 

Orsøkin er, at Klopp metir Bowen passa væl inn í spælskipanina hjá teimum á Anfield – og harumframt, at Bowen kann røkja fleiri pláss, har Liverpool vanta størri breidd. Tó sigst eisini, at bæði Divock Origi og Xherdan Shaqiri verða seldir, so Bowen tykist at vera avloysari teirra.

 

 

 

Ongin prísur er nevndur, men Bowen hevur fýra ár eftir av núverandi sáttmála sínum, so West Ham krevja heilt sikkurt stóra upphædd.