Fyrstu dysturin í 20. umfari í Premier League hevur verið. Tað endaði málleyst millum Liverpool og Chelsea, sum bæði eru í leikligari kreppu. Við hesum úrslitinum er lítið sannlíkt, at tey verða at síggja í Champions League komandi kappingarár.
Undan dystinum lá Liverpool nummar 9 og Chelsea nummar 10. Tað er óvanligt fyri hesar risarnar í enskum fótbólti, men dysturin gav eina greiða ábending um hví feløgini ikki liggja betri fyri. Tað vóru ein røð av feilavleveringum og fyri tað mesta vandaleyst í álopsstøðu.
Chelsea skoraði annars longu í fyrstu minuttunum eftir hornaspark, men málið bleiv kolldømt fyri rangstøðu. Cody Gakpo, sum er keyptur í vetur frá PSV, fekk aftur møguleikan, men hann tykist ikki trívast á liðnum hjá Liverpool enn.
Chelsea hevur brúkt fyri tríggjar milliardir krónur hetta kappingarárið, men tað sást ikki aftur á liðuppstillingini. Chelsea kann seta eitt heilt lið við spælarum, sum ikki vóru við í dag vegna skaða og leikbann.
Í seinna hálvleiki kom ukrainski Mykhailo Mudryk á vøllin. Hann er júst keyptur fyri áleið 750 milliónir krónur frá Shakhtar Donetsk. Hann vísti lítlu løtuna hann var á vøllinum, at vit kunnu vænta meira av skjóta og bóltsterka vonginum.
Eftir dystin sást á spælarunum, at hetta var einki serligt. Hvørki Liverpool ella Chelsea kunnu brúka eitt stig til nakað. Seinni í dag verða fleiri uppgerðir, ið hava stóran týdning í botninum.
Premier League 20. umfar:
Liverpool – Chelsea 0-0
Bournemouth – Nottingham Forest
Leicester City – Brighton
Southampton – Aston Villa
West Ham – Everton
Crystal Palace - Newcastle
Sunnudagin:
Leeds United – Brighton
Manchester City – Wolverhampton
Arsenal – Manchester United
Mánadagin:
Fulham - Tottenham
1 | Arsenal | 18 | 15 | 2 | 1 | 42:14 | 47 |
2 | Manchester City | 19 | 13 | 3 | 3 | 50:20 | 42 |
3 | Manchester Utd | 19 | 12 | 3 | 4 | 30:22 | 39 |
4 | Newcastle | 19 | 10 | 8 | 1 | 33:11 | 38 |
5 | Tottenham | 20 | 10 | 3 | 7 | 39:31 | 33 |
6 | Fulham | 20 | 9 | 4 | 7 | 32:29 | 31 |
7 | Brighton | 18 | 9 | 3 | 6 | 35:25 | 30 |
8 | Liverpool | 19 | 8 | 5 | 6 | 34:25 | 29 |
9 | Brentford | 19 | 7 | 8 | 4 | 32:28 | 29 |
10 | Chelsea | 20 | 8 | 5 | 7 | 22:21 | 29 |
11 | Aston Villa | 19 | 7 | 4 | 8 | 22:27 | 25 |
12 | Crystal Palace | 19 | 6 | 5 | 8 | 18:27 | 23 |
13 | Nottingham F. | 19 | 5 | 5 | 9 | 15:34 | 20 |
14 | Leeds | 18 | 4 | 5 | 9 | 26:33 | 17 |
15 | Leicester | 19 | 5 | 2 | 12 | 26:33 | 17 |
16 | Wolves | 19 | 4 | 5 | 10 | 12:27 | 17 |
17 | Bournemouth | 19 | 4 | 4 | 11 | 18:41 | 16 |
18 | West Ham | 19 | 4 | 3 | 12 | 15:25 | 15 |
19 | Everton | 19 | 3 | 6 | 10 | 15:26 | 15 |
20 | Southampton | 19 | 4 | 3 | 12 | 17:34 | 15 |