Liverpool og Núñez tóku fyrsta stikkið

Premier League: Liverpool vann 3-1 á Manchester City í stórsteypadystnum

Stórsteypadysturin í Onglandi, nevnt Community Shield, var í dag. FA Cup vinnararnir úr Liverpool vunnu 3-1 á meistaraunum úr Manchester City. Stóra stjørnan bleiv nógv umtalaði Darwin Núñez.

 

Liverpool var leikliga omaná frá byrjan. Mohamed Salah var í góðum lag og kundi havt skorað í fyrra hálvleiki. Manchester City hevði ringt við at fáa samanspælið at rigga, meðan trýstið hjá Liverpool var á góðari leið.

 

Liverpool kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Trent Alexander-Arnold sendi bóltin í stongina og inn. Manchester City át seg inn í dystin fyri hálvleik. Serliga nýggi Erling B. Haaland hevði ein stóran møguleika, men brendi. Í seinna hálvleiki vóru møguleikar í báðum endum, men tað var innskifti Julian Alvarez, sum eftir trunkaspæl í fimm-metrinum setti bóltin í málið.

 

Liverpool keypti í summar Darwin Núñez frá Benfica fyri eina hálv milliard krónur. Hann hevur spælt onkran vánaligan dyst, men hevur eisini skorað fýra mál í dysti móti RB Leipzig. Í dag varð hann avgerandi. Fyrst vann hann Liverpool brotssparkið, sum Mohamed Salah skoraði upp á bara sjey minuttir fyri tíð, og hann setti punktum við stútara til 3-1.

 

Miðlarnir hava gjørt hetta til dystin millum nýggju áleyparnar í Premier League. Tey eru fá, sum ivast í at Erling B. Haaland fer at klára seg væl í longdini, men í dag brendi hann upp á tað skammiligasta í yvirtíðini. Í so máta, so vann Darwin Núñez fyrsta dystin teirra millum.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, vinnur stórsteypið í Onglandi. Tað var einasta steypið, sum restaði í av steypunum. Premier League byrjar fríggjakvøldið.