Liverpool vann á Manchester United

Dirk Kuyt gjørdist stóra hetjan, tá hann stutt fyri tíð skoraði avgerandi málið í FA Cup dystinum millum arvafíggindarnar, Liverpool og Manchester United. Í London vann Chelsea við einum máli upp á brotsspark móti QPR.

 

Fjórða umfar í ensku steypakappingini verður spælt um vikuskiftið og fleiri dystir hava verið í dag. Liverpool tók móti Manchester United, sum ikki hevur vunnið á Anfield síðani 2007. Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð hóast liðið í løtum var omaná í uppgerðini.

 

Liverpool kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Daniel Agger stútaði eitt hornaspark í mál. Danski miðverjin varð hægstur millum fleiri leikarar hjá báðum liðnum. Hann kundi stúta bóltin í eitt nærmast tómt mál, tí David De Gea var komin út, men megnaði ikki at fáa hondina á bóltin.

 

Síðani setti Manchester United seg á dystin og stutt fyri hálvleik javnaði Ji-Sung Park. Rafael legði ein neyvan bólt flat innfyri til Ji-Sung Park, sum smekkaði til og javnaði.

 

Í seinna hálvleiki gekk meiri javnt á og avgerandi málið kom ikki fyrr enn tveir minuttir fyri tíð, tá Andy Carroll stútaði bóltin víðari til Dirk Kuyt, sum smekkaði bóltin í málið. Viðmerkjarar mettu aftur her, at David De Gea møguliga kundi havt vart fyri.

 

Dysturin var nógv merktur av rasismu málinum millum Patrice Evra og Luis Suarez. Liverpool framherjin er fravegis leikbannaður.

 

Brotsspark á muni

 

Chelsea var á vitjan á Loftus Road, har eitt mál um rasismu eisini merkti dystin. John Terry er undir illgruna fyri at hava brúk rasistiskan málburð móti QPR verjuleikaranum, Anton Ferdinand. Enska Fótbóltsambandið boðaði frá undan dystinum, at leikararnir ikki skuldu taka í hondina á hvørjum øðrum fyri at ikki at seta Anton Ferdinand og John Terry í eina tvístøðu.

 

Chelsea vann dystin upp á eitt brotsspark, ið heimaliðið metti verða sera bíligt. Daniel Sturridge bleiv skumpaður umkoll og dómarin metti tað var brotsspark. Juan Mata umsetti til mál.

 

Yvir 5.000 løgreglufólk vóru til dystin fyri at tryggja, at ongin ófriður skuldi verða millum viðhaldsfólkini.

 

FA Cup 4.umfar:

 

Blackpool 1-1 Sheffield Wed

Bolton 2-1 Swansea

Brighton 0-0 Newcastle (Spæla enn)

Derby 0-2 Stoke

Hull 0-1 Crawley Town

Leicester 2-0 Swindon

Liverpool 2-1 Man Utd

Millwall 1-1 Southampton

QPR 0-1 Chelsea

Sheffield Utd 0-4 Birmingham

Stevenage 1-0 Notts County

West Brom 1-2 Norwich