Lívið sum dómari: Lívverji, sjampanja og kaviar

Elna Johannesen hevur verið altjóða dómar í estetiskum fimleiki síðani 2006. Í dag var enn ein arbeiðsdagur handan dómaraborðið, tá ið DM varð hildið í Greve

Í fleiri ár hava føroyskar kvinnur luttikið í altjóða- og norðurlendskum kappingum í estetiskum fimleiki. Tær hava ikki verið einsamallar á ferðini. Føroyar eiga nevniliga tveir altjóða dómarar, sum fleiri ferðir um árið ferðast kring heimin, til tess at døma seriurnar, ið verða framførdar. Hesar eru Elna Johannesen og Beinta Danielsen. Í dag gekk leiðin til Greve, sum hevur hýst DM í estetiskum fimleiki.

 

 

Føroysku liðini stóðu seg væl

Tvey lið luttóku í DM í estetiskum fimleiki. Eitt gestalið frá ljósinum og ÍF Føroyar Fimleikur, sum er mannað av føroyskum kvinnum, ið eru lesandi í Danmark. Elna Johannesen letur væl at framførsluni hjá ÍF Føroyum, sum kappast undir navninum Team Nordik.

 

- Tað gekk væl hjá ÍF Føroyum. Tað er fantastiskt at síggja, hvussu væl tær eru fyri, um mann hugsar um, hvørjum umstøðum tær venja undir. Tær venja tvær ferðir um vikuna á einum betonggólvi á Oyrasundskollegienum. Hóast hetta fara tær út á gólvið og framføra á einum høgum støði, sigur Elna Johannesen.

 

Elna sat, eins og vant, handan dómaraborðið og dømdi føroysku kvinnurnar, sum endaðu á einum deildum øðrum plássi. Saman við Beintu Danielsen hevur Elna Johannesen verið kring heimin og dømt. Besta upplivingin var í 2011, tá ið tær báðar dømdu World Cup í Moskva.

 

 

Vápnaður lívverji, sjampanja og kaviar

- Eg kendi meg veruliga sum eina stjørnu, tá eg dømdi í Moskva, sigur Elna Johannesen.

 

Í Russlandi eru dómarar í estetiskum fimleiki og ítróttarfólk sum heild høgt í metum. Russiski staturin brúkar nógva fíggjarorku til ítrótt, og hetta kendi Elna Johannesen á egnum kroppi.

 

- Vit høvdu vápnaðan lívverja. Eg slapp ikki at ganga 300 metrar sjálv. Lívverjin gekk undir liðini á mær allastaðnis. Hann stóð uttanfyri hotellkamarið um náttina. Vit vórðu eisini koyrdar runt til fínar matstovur, og fingu sjampanju og kaviar afturvið matinum. Tað var heilt serstakt at fáa slíka viðferð, sigur Elna Johannesen.

 

Tað er tó ikki bert sjampanjan, ið gjørdi Russland spennandi. Fimleikurin til World Cup var á høgum støði, og tað var ein uppliving at síggja og døma ítrótt á so høgum støði, sigur Elna.

 

 

Føroyskir dómarar høgt í metum

Elna Johannesen og Beinta Danielsen eru einastu altjóða dómararnir í Føroyum. Tað er kostnaðarmikið hjá Fimleikasambandinum at hava altjóða dómarar, tí kravið er, at tær í minsta lagi skulu skulu døma fimm kappingar um árið. Hóast Føroyar ikki eru millum heimsins bestu tjóðir innan estetiskan fimleik, eru føroysku dómararnir høgt í metum.

 

- Estetiskur fimleikur er sterkastur í eystur Evropa. Tískil koma vit sum púra uttanveltaðar, og tað eru liðini í Evropa fegin um, sigur Elna Johannesen.

 

Hóast Elna Johannesen og Beinta Danielsen ikki vinna pening sum altjóða dómarar, fáa tær ferð og uppihald goldið. Elna er tó ikki í iva um, at upplivingarnar og minnini frá ferðunum ikki kunnu gerast upp í peningi.

 

- Vit uppliva so nógv sum altjóða dómarar, og tær upplivingarnar kunnu ikki gerast upp í peningi, sigur ein móð Elna Johannesen úr Danmørk at enda.