Ljómhúsið tikið í nýtslu

Hóskvøldið tók Krikjukórið Ljómur nýggju hús síni alment í nýtslu

Eftir frálíka urgukonsert í Vágs Kirkju við urguleikaranum Jóannes Nolsøe, var móttøka í Ljómhúsinum. Jóannes starvast sum urguleikari í Danmark og er heima á vitjan og konsertferð. Hann leiddi eisini Ljóm í mong ár.
Nógv fólk vitjaði innar í húsini eftir konsertina. Húsini eru beint við Vágs Kirkju og eru sera hugnalig og snotulig. Inni bar til at fáa okkurt leskandi, njóta myndlist og hús og fáa sær eitt prát. Eisini bar til at spáka í vakra aldingarðinum í góðveðrinum hóiskvøldið.
Húsini verða opin um jóansøkuna, og har verður café og listaframsýning og sang- og hugnaløtur frá klokkan 19 til 21.