Fimleikur
Ferðalagið, ið telur 22 fólk, fór úr Føroyum í gjár, og kemur aftur mánadagin 10. november. Nakrir dagar fara til ferðing, men í fýra dagar er ætlanin av hava venjingar seks tímar hvønn dag í hølunum hjá Piruett, ið fleiri ferðir hevur verið til HM í estetiskum. Venjingin snýr seg um alt frá balett, akrobatikki, fysiskari venjing til læru av koreografi og venjing saman við øðrum liðum og íðkarum, ein kann læra av. Hetta er alt saman sera spennandi, tí tað er ikki á hvørjum degi, at íðkarar fáa høvi til bara at hugsa um venjing, hvíld og at njóta optimalar umstøður, sum sum at fáa mat serveraðan, venja á røttum gólvi, balettvenjing við stong og speglum og kønum venjarum, ið eru partur av eini sterkari siðvenju við balett og akrobatikki. Hetta eru alt týðandi element í estetiskum fimleiki, og felagið væntar, at ein hjáveiði verður, at íðkararnir, sum flestallir eisini eru venjarar á almennu fimleikaliðunum fáa íblástur at lata øðrum í felagnum.
Fremsta endamálið við slíkum túri er at menna og ogna sær førleikar, so fimleikur verður tað valdandi á túrinum, men pláss verður eisini fyri onkrum søgu- og mentanarligum innslagi, soleiðis at vitan og uppliving í sambandi við Estland verða serstøk og eitt varandi minni.