Leygardagin hin 30. september fer kirkjukórið Ljómur at skipa fyri einum sangdegi í Miðlatúni í Vági.
Í Vági siga tey, at lagt verður fyri klokkan 14 henda dagin og hildið verður fram til klokkan 18.
- Vit halda, at fleiri skulu hava møguleikan at syngja í kóri. Tí ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum til ein hugnaligan dag.
Lagt verður aftrat, at í Miðlatúni leygardagin verður kórtónleikur, gott prát og kaffi við onkrum afturvið.
- So, leggið leiðina framvið Miðlatúni, er áheitanin hjá kirkjukórinum Ljómi í Vági.