Ljósfest í Vági byrjaði seinnapartin

Klokkan 14 í dag byrjaði Ljósfestin í Vági.

 

Tað vóru Blandað Drops og Bubu, ið settu hol á skránna. Børn í Vágs skúla góvu fyri á leið einum ári síðani út eina fløguútgávu undir navninum Blandað Drops, og hesi sungu í dag undir leiðslu av Dagfinn Olsen.

 

Síðani kom klovnurin Bubu á pallin og undirhelst fjødina av stórum og smúm, ið hugnaðu sær í góðveðrinum.

 

Klokkan 18:45 spælir hans jacob hjelm eitt lag og býráðslimir í Vági fara at heiðra fólk, ið hava lagt stórt arbeiði eftir seg, bygdini at frama.

 

Og síðani byrjar tónleikaskráin, ið sæst her: Ljósfest verður leygardagin – Suðuroyarportalurin (sudurras.fo)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##