Ljósfestin í Vági kunngjørt fleiri nøvn

Avgjørt er, at Ljósfest-konsertin verður aftur í ár, og verður hon 13. august.

Í fjør var stórt tiltak í Vági, nevnt Ljósfest, í samband við, at el-verkið í Botni, hitt fyrsta í landinum, varð 100 ár. Hetta var samstarv millum SEV og Vágs kommunu.

 

Tiltakið endaði við einum braki, tá stór konsert var miðskeiðis í Vági, har Hjarnar setti eitt virðiligt punktum, eftir at fleiri høvdu verið á palli.

 

Avgjørt er, at Ljósfest-konsertin verður aftur í ár, og verður hon 13. august.

 

Fleiri nøvn eru longu kunngjørd, og fleiri koma helst afturat, og greitt er, at hesi fara á pall:

 

Steintór Rasmussen við bólki, Herborg Torkilsdóttir, Tinganest, og Danny og Ingi.

 

Myndirnar eru frá Ljósfest-konsertini í fjør

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##