Heðin D. Poulsen
Góði Bill, tú hevur so ilt av, at Føroya fólk fær møguleikan at velja. Ein kundi næstan fingið illgruna um, at um tú fekk loyvi til tað, so hevði tú sum ein annar einaræðisharri lagt teg út í hvørja einastu avgerð hjá tí einstaka. Tú leggur lítið í øl ella vín og tað góðtaka øll Føroya Fólk, hví kanst tú so ikki góðtaka tað, at flest Føroya fólk fegnast við møguleikan, at kunna keypa sær eitt glas av víni afturvið matinum? Eingin noyður Bill at drekka vín, sjálvt um hann skal ein túr við Smyrli ella á festival, har verður eisini í framtíðini hópin alkaholfríum vørum til keyps.