MENTAN OG MENNING
Seinastu nógvu árini hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á Eiði, sum hevur listaliga útbúgving av Kongliga Akademiinum í Keypmannahavn, burturav arbeitt við list. Í kjallaranum við útsýni Norður á Dal hevur hon atelier. Har standa hópin av málningum og á stafelinum, sum abbi hennara hevur átt, er málningur í gerð. Júst í løtuni fyrireikar hon seg til framsýningina, hon saman við sjey øðrum skal hava í Norðurlandahúsinum í summar. Framsýningin umboðar nútíðarlist í Føroyum, og fyrireikararnir miða eftir at fáa framsýningina uttanlands eisini.
Sum virkið listafólk og nevndarlimur í Myndlistafelagnum hevur hon við áhuga fylgt við í kjakinum, sum hevur verið síðani mentunarálitið Mentan og menning varð almannakunngjørt.
- Verða ætlanirnar, sum mentunarálitið leggur upp til, førdar út í lívið, verður tað heilt fantastiskt, eitt veruliga stórt framstig fyri øll listafólk. Nú hava myndugleikarnir í øllum førum eitt álit at arbeiða út frá.
Treyðugt so, so metir Sigrun G. Niclasen, at okkurt átti at verið øðrvísi í álitinum. Eitt nú dámar henni einki, at munur verður gjørdur á listagreinunum, tá ið pengar umræður. Sambært álitinum skulu myndlistaráðið og bókmentaráðið fáa væl minni pening at ráða yvir enn hini ráðini, sum sett verða á stovn.
- Listaráðini eiga at verða raðfest líka høgt. Stórt framstig er tað eisini um listafólk fáa betri atgongd til atelier, men sum skilst er ætlanin at samarbeiða við kommunurnar á hesum øki, sigur Sigrun G. Niclasen.
Hon vónar, at ein broyting kemur í hugburðinum hjá fólki, sum halda, at gevur listin ikki pengar, skal hon ikki stuðlast.
- Nógv listafólk gera stóra list, men sleppa ikki av við hana. Hetta hevur altíð verið luturin hjá listafólki. Skulu marknaðarkreftirnar gera av, hvør list skal stuðlast og ikki, fær eingin stuðul. Íslendingar stuðla væl sínum listafólki, meðan vit hugsa sum so, at listin einki skal kosta. Eg eri sannførd um, at geva føroyingar listini pengar, koma teir tvífalt aftur, men tað er trupult at sannføra fólk, at so er, tí tað er ikki so eyðsýnt. Spyr onkur meg, royni eg at greiða frá, at listarverk eru verd at stuðla av samfelagnum, men nógv skilja ikki, at fólk skulu hava pengar fyri slíkt.
- At føroyingar hava so ilt við at hugsa nýtt, tá ið umræður listina, er kanska tí, at listin og føroyska listasøgan eru so ung. Abbi mín, Niels Kruse, var listamaður burturav, hóast tað tá í tíðini var nógv verri at vera listafólk enn í dag. At fáast við list tá, varð ikki mett at vera nakað, sigur Sigrun G. Niclasen.
At álit er skrivað um framtíðar politikk á mentunar- og listaøkinum, er við til at skumpa undir eina hugburðsbroyting, heldur Sigrun G. Niclasen.
- Tað er keðiligt, at spurnartekin verða sett við, hvør list skal stuðlast og ikki. Politikarar eiga ikki at blanda seg uppí í so máta, men at lata tað upp til fakfólk innan fyri listaøkið at gera av. Sjálv varð eg ógvuliga klókk av, at formaðurin í mentunarnevnd Føroya Løgtings ikki hevur verið so positivur viðvíkjandi mentunarálitinum. Tað undraði meg nógv.
- Listafólk skulu veruliga stríðast fyri at yvirliva. Einki er skeivt í at stríðast, men eg haldi, at vit eiga at koma burtur frá, at tú skalt verða fátækur og ognarleysur fyri at verða listafólk. Listafólk hava eisini tørv á at liva eitt vanligt lív.
Symbolskar myndir
Um Sigrun skrivar Rógvi Thomsen í einum riti, sum kom út í sambandi við ferð hjá fimm listafólkum til New York í 2000, at hon í mangar mátar gongur sínar egnu leiðir í mun til føroysk listarrák. Hjá henni er náttúran einsamøll ikki tað avgerandi, men heldur mentanin - menniskjað í samveru við umhvørvið. Náttúran er ein partur, men religión og moralur eru ofta hennara høvuðsevni. Hon kann seta fram hvassar útsagnir á einum strongum symbolskum/surrealistiskum myndmáli við stundum óvæntaðum konsekvenskum innihaldsliga og myndlistarliga.
- Sjálv haldi eg, at myndamálið hjá mær broyttist nógv fyri nøkrum árum síðani, tá ið ein svigarinna, eg hevði, doyði. Tað nívur fast at uppliva unga kvinna doyggja frá smáum børnum. Lívið og deyðin hava síðani verið evni, eg havi arbeitt nógv við, yvirhøvur havi eg arbeitt nógv við súmbolum seinnu árini. Menniskju hava hugtikið meg meiri enn ytri landsløg, og eg havi sum oftast ein boðskap. Sjálvsagt skal ansast væl eftir, at boðskapurin ikki tekur yvirhond og verður ov týðiligur í myndini. Tað er alla tíðina ein javnvág, listafólkið skal hugsa um.
Fyri nøkrum árum síðani búði Sigrun saman við síni familju í Grønlandi í eitt ár. Íblásturin, hon fekk í Grønlandi, sæst aftur í hennara verkum.
- Myndamálið, sum eg var byrjað at arbeiða við, tók eg við mær til Grønlands og setti tað saman við tí, eg upplivdi har. Serligar upplivingar, eg komi út fyri og umstøður, eg eri ein partur av, síggjast ofta aftur í mínum myndum.
Ymiskar umstøður
Sjálv heldur Sigrun ikki, at fatanin fyri hennara list er stór í Føroyum. Eitt nú vísir hon á, at Listasavnið fyri fyrstu ferð fyri stuttum hevur keypt tveir málningar frá henni.
- Tað eru gott og væl tjúgu ár síðani eg varð útbúgvin av Akademiinum, og eg havi arbeitt øll árini síðani meir og minni. Tí haldi eg, at tað er rættiliga vánaligt, at Listasavnið ikki fyrr enn nú keypir málningar frá mær. Hví, veit eg ikki, men eg haldi, at tað er uppgávan hjá eitt nú Listasavninum at stuðla listafólki við at keypa listina, tey gera, uttan mun til, um teimum dámar tað ella ikki. Øllum tørvar herðaklapp við hvørt.
Føroysk myndlistafólk hava ógvuligar ymiskar umstøður. Nøkur heilt fá liva burturav av tí tey forvinna fyri síni verk, meðan onnur klára seg als ikki fyri tað.
- Munurin á okkum er eisini, hvør verður boðin at taka lut á framsýningum og hvør ikki. Sjálv eri eg aldri boðin við, tá ið Listafelagið skipar fyri framsýningum uttanlands. Samstundis síggja vit, at verk hjá nøkrum listafólkum verða keypt og hjá øðrum listafólkum verður einki keypt. Slíkt er ilt at skilja. Spurningurin er, um tey sum keypa og skipa fyri, ikki dámar tað ein ger, og tað haldi eg líkist ongum, tí tá seta tey seg sjálvi sum smaksdómara yvir allari list. So er bara at vóna, at skipanin við listaráðnum fer at virka betur fyri okkum gloymdu listafólkum, tí tá verða tað í øllum førum fleiri fólk, sum skulu gera av, hvør skal stuðlast og ikki, sigur Sigrun G. Niclasen, sum harmast um ikki at verða tikin upp í part.
- Møguliga geri eg ov lítið vart við meg. Men eisini tá ið umræður starvslønirnar, sum Mentunargrunnur Landsins letur, er ringt at koma upp í part. Mær vitandi hevur eingin kvinna fingið eitt ella trý ára starvsløn enn, tað vísur seg sum listakvinnur ikki verða mettar eins høgt og listamenn. Um tað er lyndið í okkum kvinnum, sum ger tað, veit eg ikki, men tað er ógvuliga óheppið, tí tað ger, at tað verður neyðugt at seta sum krav í lógina, at kvinnur eisini skulu upp í part. Myndlistafelagið hevur roynt at fingið tað sum krav í lógina fyri starvslønir, at kvinnur og menn skulu vera líka fyri lógini, tá ið umræður starvsløn.
Eisini er óheppið, at starvslønirnar verða latnar til listafólk sum ikki eru búgvandi í Føroyum.
Funnist hevur verið at, at ov lætt er at gerast limur í Myndlistafelagnum. Kravt verður av fólki, at tey skulu hava tikið lut á í minsta lagi trimum Várframsýningum, sum Myndlistafelagið skipar fyri.
- Møguliga er gáttin ov lág, og í felagnum umhugsa vit, at seta onnur krøv, tí er gáttin ov lág í Føroyum, verða vit ikki tikin upp í part uttanlands. At krevja av fólki, at tey skulu hava eina listarliga útbúgving fyri at kunna verða limur í Myndlistafelagnum, haldi eg ikki er rætt. Nógv góð listafólk eru, sum ikki hava viðkomandi útbúgving. Tá ið tað kemur til umstøður annars hjá listafólkum, eigur munur at vera á teimum korum, ið yrkislistafólk arbeiða undir og teimum, sum áhugalistafólk arbeiða undir. Arbeiðir tú burturav við list, eigur tú at hava betri møguleikar enn um tú bert fæst við tað í frítíðini.
Altíð teknað
Sigrun hevur teknað síðani hon var smágenta. Sum stór genta byrjaði hon at mála. Í 1971 fór hon til Danmarkar á tekniskúla, og eftir lokið prógv á Glyptotekets tekniskúla fór hon á Kongliga Akademiið. Haðani fekk hon prógv í 1980.
- Tá í tíðini eins og í dag, er ringt at sleppa inn á Akademiið, so eg varð ógvuliga glað fyri at sleppa inn. Fyrstu tvey árini vóru fyrireiking til víðari lestur. Eg var ikki í iva um at velja málaraskúlan og grafikk. Har vóru góðir møguleikar fyri at mennast. Minnist ikki um eg tá burturav ætlaði mær at virka sum listakvinna, men eg hevði ongar aðrar ætlanir. Hvussu eg skuldi klára at liva av listini, gjørdi eg mær ikki so nógvar tankar um. Listin dróg, meiri hugsaði eg ikki. Í dag er tað at føra seg fram ein partur av útbúgvingini hjá listafólkum, tí tað er málið hjá flestu listafólkum burturav at arbeiða við listini, sigur Sigrun G. Niclasen.
Heimkomin til Føroya varð Sigrun gift og fekk trý børn.
- Hetta at fáa børn og síggja tey vaksa upp, var mær til stóra listarliga menning, sigur Sigrun.
- Fyri at kunna halga tíðina til listina, fekk eg mær arbeiðsgentu, meðan børnini vóru smá. Maður mín hevur stuðlað mær ógvuliga væl og hevur alla tíðina eggjað mær til at mála burturav. Men fortreytin fyri at kunna arbeiða við listini, er at eg havi ein mann, sum hevur fast arbeiði. Annars ber ikki til. Eg føli meg sum priviligeraða at kunna arbeiða burturav við listini. At arbeiða inni hjá tær sjálvari krevur sjálvdisiplin, tí tað er so lætt at fara frá, men eg royni at arbeiða ein vanliga arbeiðsdag og mangan meira, tá ið ein framsýning nærkast. Hinvegin er best at arbeiða hvønn dag, skal ein mennast sum listafólk. Íblásturin kemur meðan eg arbeiði, og meir eg arbeiði, meiri verði eg inspirerað, sigur Sigrun G. Niclasen at enda í viðtali.