Øll kommunistatekin burtur

Ukrainar skulu beina burtur øll minni um tíðina, tá landið var partur av Sosjetsamveldinum Forsetin í Ukraina, Viktor Justjenko, samanbar í gjár kommunismuna við fasismuna og segði, at øll minni um sovjettíðina í Ukraina skulu beinast burtur.

Orð forsetans fullu á einum minningarhaldi til minnis um fólk í tíggjutúsundatali, sum loyniliga løgreglan hjá Stalin-stýrinum myrdi í árunum frá 1937 til 1941, og sum vórðu jarðað í einum skógi nærhendis ukrainska høvuðsstaðnum Kiev.

Ukrainski forsetin segði, at ukrainar hava onga orsøk til at varðveita minnismerkir frá sovjettíðini, og hann upplýsti, at tað seinasta árið hava ukrainski myndugleikarnir beint umleið 400 ymisk minnismerki frá sovjettíðini burtur.