Fótbóltur
Sitandi FSF-forsetin, Óli Holm, hevur sum so ikki tær heilt stóru viðmerkingarnar til, at hann aftur í ár skal til valdyst.
- FSF er ein demokratiskur felagsskapur hjá føroyskum fótbólti. Og tí hvørki vil ella kann eg forða nøkrum í at stilla upp til forsetavalið, sigur Óli Holm.
Men hann viðgongur, at tað kom óvart á seg, tá hann frætti, hvør mótkandidatur hansara er.
- Vit í starvsnevndini hava sjálvir valt at stuðla Høgna í afturvali til nevndina. Og tí gjørdist eg rættiliga bilsin, tá hann nú stillar upp til forsetasessin. Men hinvegin hevur hann eins góðan rætt sum øll onnur at stilla upp, sigur Óli Holm.
Og hann leggur afturat, at hann í løtuni ikki hevur ætlanir um at leggja frá sær uttan dyst.
Menningin er ígongd
Sitandi forsetin vísir annars til frágreiðingina, sum hann í fyrradagin læt til feløgini.
Og har verður eisini nógv gjørt burturúr teimum viðurskiftum, sum Høgni í Stórustovu førir fram, tá um ræður at styrkja feløgini umsitingarliga.
- Krøvini til leiðslu av feløgunum og umsiting annars krevur alsamt meiri hegni, vitan og orku. Í grannalondunum er vanligt, at skeið verða boðin út fyri at menna feløgini. Ætlaninin er bjóða feløgunum til ymisk skeið/temakvøld innan ymisk evni, verður nevnt í frágreiðingini. Og har verða ítøkiliga nevnd fjølmiðlaábyrgdarskeið, skeið fyri trygdarstjórar, skeið fyri starvsfólk í feløgunum, sum verða lønt úr MAFF-grunninum (serstakur FSF-grunnur til umsitingarliga partin hjá feløgunum, blðm.) og leiðsluskeið.
Hartil arbeiðir sitandi nevnd við at styrkja um MAFF-grunnin, soleiðis at feløg eisini kunna søkja um fíggjarligan stuðul til íløgur úr grunninum.