Øll Norðurlondini vunnu

Danmark gjørdi eitt ótrúligt comeback í gjár. Svøríki og Noreg vunnu eisini

Hondbóltur

 

Í HM bólki D sá svart út hjá Danmark. Í hálvleikinum var støðan 22-16 til Serbia, og Serbia førdi eitt skiftið 30-23. Men danir tóku sær um reiggj, og javnaðu til 30-30. 2 sekund undan leikloki skoraði Lasse Boesen sigursmálið til 37-36, og frøin var óendaliga stór í donsku leguni.

 

Í HM bólki D vann Noreg 39-21 á Brasilia, aftaná hálvleiksstøðuna 17-8 til Noreg. Svøríki vann ein týdningarmiklan dyst í bólki B ímóti Suðurkorea við úrslitinum 31-25. Støðan í hálvleikinum var 16-12 til Svøríki. Serliga Andreas Panicka í svenska málinum skaraði framúr.

 

Úrslitini í gjár :

 

Bólkur A :

 

Australia-Slovakia 12-47

Rumenia-Ungarn 27-30

Argentina-Frakland 26-33

 

Bólkur B :

 

Kuba-Spania 20-45

Svøríki-Suðurkorea 31-25

Kroatia-Kuwait 40-21

 

Bólkur C :

 

Tunesia-Týskland 24-26

Russland-Pólland 22-24

Algeria-Makedonia 19-32

 

Bólkur D :

 

Saudi Arabia-Egyptaland 18-26

Danmark-Serbia 37-36

Noreg-Brasilia 39-21