Tað er friður, tá vit koma inn í hølini her á Ovaravegi í bygdini.
Alt sær sera jólaligt út innanveggja, og tað er týðiligt hvør høgtíð stendur fyri framman.
Á hillunum er jólaprýði at síggja allastaðni, og um eina løtu verður farið undir at pynta jólatræið.
Tvey starvsfólk eru til arbeiðis, og tveir brúkarar sita við hvør sína maskinu og rigga til. Tað ræður um at skunda sær, tí um nakrar fáar tímar koma tey fyrstu viðskiftafólkini.
Tað er hósdagur, 23. november. Í dag byrjar jólasølan av teim lutunum, sum teir átta brúkararnir hava evnað til. Her er mangt og hvat at fáa, og tí eru tey øgiliga spent til, hvat fólk fer at siga til tað.
Opið verður eisini dagin eftir. Og nú sunnudagin er aftur høvið hjá fólki kring alt landið at vitja Verkhúsið í Sørvági.
Úr oynni
Verkhúsið í Sørvági flutti í núverandi hølini fyri eini tveimum árum síðani. Áðrenn høvdu tey húsast í skúlanum í bygdini.
Í løtuni eru átta brúkarar á verkhúsinum. Tey eru øll úr oynni, - onkur teirra búgva heima, meðan onnur koma frá sambýlum.
Opið er vanliga millum kl. 8:30 til 15:30 og verður dentur lagdur á, at laga virksemið eftir tørvinum og áhuganum hjá brúkarunum.
Fýra starvsfólk hava verið knýtt at verkhúsinum – varaleiðarin, Súsan Tausen, sum er handarbeiðslærari og lesur til pedagog við fjarlestri, Diana Jensen, sum eisini lesur til pedagog við fjarlestri. Lisa Hansen og Andrea Reynstind, sum er ergoterapeutur.
Gott at binda
Inni í Verkhúsinum er alt gjørt fyri at brúkararnir skulu fáa gjørt tað, sum tey hava hug til.
Starvsfólkini eru fleksibul og duga at hjálpa brúkarunum. Soleiðis eru tey til eina og hvørja tíð før fyri at síggja møguleikarnar í hvørjum einstøkum brúkara.
Líkt er eisini til, at brúkararnir trívast í hesum hugnaliga verkhúsinum – og at tey fáa nakað burtur úr at vera her.
Henda fyrrapartin vit vitjaðu vóru bert tveir brúkarar til staðar – tær báðar Beinta og Connie.
Felags fyri tær báðar er, at teimum dámar væl at binda og seyma við maskinu.
- Eg hati at hekla, sigur Connie. – Tá dámar mær nógv betri at binda.
- Ja, sigur hin ungan kvinnan, Beinta. – Mær dámar eisini væl at binda, og at seyma taskur, pútur og tílíkt.
Ikki jólatrøll
Tær báðar, Beinta og Connie, sita og práta saman, her tær arbeiða við hvør sínari seymimaskinu.
Tær kýta seg at gera teir seinastu lutirnar lidnar – Beinta við eini tasku og Connie við eini heldur øðrvísi jólanissu.
- Ja, nú mugu vit skunda okkum og fáa tað liðugt. Tí longu klokkan tvey koma tey fyrstu fólkini, sigur Beinta. Umframt at seyma lutir til jólasøluna hevur hon eisini seymað okkurt til sín sjálvs.
Hon hevur sjálv roynt at fortelja øðrum frá hesi jólasøluni. Hon vil fegin at tað koma nógv fólk á gátt.
- Hví skuldi eg ikki tað? Vit hava so nógv at vísa fram, og tí hopi eg at nógv fara at koma, sigur Beinta.
Beint nú eru nær einsamallar, men kl. 13 kemur ein maður aftrat.
Tað ræður um at skunda sær, so at alt ikki verður jólatrøll!
Fult av fólki
Tá opið var í Verkhúsinum fyri sløkum tveimum vikum síðani, upplivdu starvsfólk og brúkarar eina sanna innrás av fólki.
Tey høvdu í roynd og veru ikki væntað so nógv, fyrst og fremst tí at opið var, meðan fólk var til arbeiðis og nakað út á kvøldið.
Ta einu løtuna var rættiliga trongligt harinni. Summi hugdu eftir lutum, meðan onnur fingu sær ein kaffimunn.
Bæði starvsfólk og brúkarar eru sera væl nøgd við søluna hesar báðar dagarnar.
Nú koyrandi verður ókeypis til Vágarnar komandi sunnudag er hugsandi, at enn fleiri fara at vitja Verkhúsið.