Lodnan í føroyskum sjógvi ikki roknast av aðrari kvotu

Landsstýrið heldur ikki, at føroyska lodnan eigur at roknast av kvotuni í íslendskum ella grønlendskum sjógvi

- Vit hava ikki skyldu at boða íslendskum myndugleikum frá lodnufiskiskapi í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin, sum nú hevur tikið seg upp, er ikki við í avtaluni landanna millum, sigur deildarstjórin.

Nú lodna á fyrsta sinni verður fiskað í føroyskum sjógvi, var væntandi, at spurningurin um føroysku lodnukvotuna í eitt nú íslendskum-og grønlendskum sjógvi fór at taka seg upp.Og so varð.
- Týsmorgunin ringdi embætismaðurin í Íslandi, sum hevur ábyrgdina av millumlandasamráðingunum vegna Ísland. Hann helt, at lodnan, sum nú verður fiskað í føroyskum sjógvi, eigur at roknast uppí tey 30.000 tonsini, vit hava loyvi at fiska í íslendskum sjógvi.
Hetta sigur Andrass Kristiansen, sum er deildarstjóri á Fiskivinnustovuni. Hann vísir tó á, at enn er einki formelt skriv komið úr Íslandi um hesi sjónarmið.

Ikki samdur
Men føroyskir myndugleikar eru ikki samdir.
- Nú er hetta so nýtt, og enn veit eingin, hvussu umfatandi fiskiskapurin verður, og um hann verður afturvendandi.
Andrass sigur, at landsstýrið heldur ikki, at føroyska lodnan eigur at roknast av kvotuni í íslendskum ella grønlendskum sjógvi, sum er uppá tilsamans 40.000 tons.
- Vit hava ikki skyldu at boða íslendskum myndugleikum frá lodnufiskiskapi í føroyskum sjógvi. Fiskiskapurin, sum nú hevur tikið seg upp, er ikki við í avtaluni landanna millum, sigur hann.

Sera áhugavert
Andrass Kristiansen heldur tað annars vera sera áhugavert, at føroysku skip nú raktu við lodnu í egnum sjógvi.
- Skipini fingu lodnu uppat føroyska markinum í fjør, men tá var eingin fiskiskapur í okkara sjógvi.Hann vísir á, at tríggir partar hava havt lodnuna um hendi, sum vit hava fiskað av; tað eru Noreg, Ísland og Grønland.
- Nú verður spennandi at vita, um Føroyar verða tann fjórði parturin,sum kemur at sita á lodnuni.
Andrass Kristiansen væntar ikki, at seinasta orðið er sagt enn um veiðina, sum nú er í føroyskum sjógvi.
- Helst kemur málið upp at venda í onkrum seinni føri. Men hetta veldsteisini um, hvussu umfatandi fiskiskapurin verður, leggur hann aftrat.