Løgdu hald á yvir 8 tons av fýrverki í sethúsum í Vági

Eftir eina fráboðan um fýrverk var politiið í Suðuroynni á einum bústaði í Vági týsdagin kl. 11.00 og gjørdi eina húsarannsókn.

Løgreglan skrivar, at hald varð lagt á stórar nøgdir av fýrverki, sum bleiv flutt á eitt trygt stað í samstarvi við átaksleiðaran á staðnum. Løgreglan upplýsir, at talan er um yvir 8 tons av fýrverki

 

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið eru kunnað.

Politiið arbeiðir víðari við málinum og hevur ikki fleiri viðmerkingar, verður sagt.