Løgmaður fær greið boð frá veljarunum

Veljarakanningin sum portal.fo kunngjørdi í gjár bendir á, at fólk eru misnøgd við samgonguna millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Sambært kanningini, so høvdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin mist tveir tingsessir í part – og Javnaðarflokkurin fingið fýra sessir afturat.

 

Úrslitið hevði verið soleiðis:

 

Fólkaflokkurin: 17,6% (24,5), 6 tingsessir (8)

 

Sambandsflokkurin: 14,8% (20,3), 5 tingsessir (7)

 

Javnaðarflokkurin: 32,5% (22,2), 11 tingsessir (7)

 

Sjálvstýri: 2,9% (3,4), 0 tingsessir (1)

 

Tjóðveldi: 18,8% (18,1), 6 tingsessir (6)

 

Framsókn: 7,3% (4,6), 3 tingsessir (2)

 

Miðflokkurin: 6,1% (5,4), 2 tingsessir (2)

 

Stóru borgarligu flokkarnir standa til stóra afturgongd. Enn einaferð vísir ein veljarakanning, at Sambandsflokkurin fer at fáa ringasta úrslit nakrantíð, tí flokkurin stendur til bara at fáa 14,8 prosent av atkvøðunum. Tað er munandi verri undirtøka, enn flokkurin hevur fingið á floksins ringasta vali nakrantíð, sum var í 1998, tá flokkurin fekk 18,1 prosent av atkvøðunum. Næstringasta úrslitið fekk flokkurin í 2015, tá hann fekk 18,7 prosent av atkvøðunum.

 

Fólkaflokkurin stendur eisini til eitt søguliga ringt val, tí flokkurin fær bara 17,6 prosent. Ringasta valið í søgu floksins hevði Fólkaflokkurin i 1994, tá hann fekk 16 prosent.

 

Javnaðarflokkurin stendur til eitt søguliga gott val. Vit skulu heilt aftur til 1946 fyri at finna eitt val, har ein flokkur hevur fingið meira enn 32,5 prosent av atkvøðunum. Tá fekk Fólkaflokkurin 40,9 prosent av atkvøðunum.

 

Tað mesta Javnaðarflokkurin nakrantíð hevur fingið er 27,5 prosent, sum flokkurin fekk í 1962 og í 1990.

 

Uttan at fara út í kjak um dygd og trúvirði í veljarakanningum, so kunnu vit siga, at veljarakanningar seinastu tíðina hava víst somu gongdina, tó ikki so ógvusliga sum hsaferð.

 

Umframt ymisk óloyst mál, so eru tað helst serliga tvey mál, sum trekkja niður hjá samgonguni.

 

Annað er aktuella málið um at javnseta samkyndar mammur, so tær fáa somu rættindi sum hinskyndar mammur.

 

Tað kostar nógv hjá Sambandsflokkinum, at flokkurin heldur fast um stívrendu støðuna hjá Miðflokkinum um, at samkynd fólk eingi rættindi skulu fáa afturat yvirhøvur, kosta hvat tað kosta vil.

 

Fólkaflokkurin í Havn líðir helst undir tí sama. Veljara hava hildið, at tað var ein vongur í Fólkaflokkinum, sum vildi geva samkyndum rættindi. Fólkaflokkurin stendur, eins og Miðflokkurin, sum ein maður í hesum máli, meðan Johan Dahl úr Sambandsflokkin hevur boðað frá, at hann fer at atkvøða við andstøðuni.

 

Og so er tað koronupolitikkur hjá samgonuni. Tað hevur kostað nógv, at landsstýrið ikki hevur ein greiðan boðskap um koppseting, og at landsstýrismaðurin hjá Miðflokkinum gongur beint ímóti koppsetingarætlanin hjá landsstýrinum.

 

Ein slík veljarakannig er ein løtumynd. Hon vísir, at fólk eru ónøgd. Um hon vísir veruliga støðuna? Neyvan. Men boðini til løgmann eru greið: Veljarin er ikki nøgdur við politikkin.