Løgmaður: Gongdin er vend

- Føroyska samfelagið hevur viðrák í løtuni, og vit eru á rættari kós, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fegnaðist í ólavsøkurøðuni um framgongdina, sum hevur verið í samfelagnum seinastu árini. 


- Føroyska samfelagið hevur viðrák í løtuni, og vit eru á rættari kós. Fólkatalið veksur aftur. Arbeiðsloysið er lágt og alsamt lækkandi. Vit hava ongantíð útflutt so nógv sum nú, skattainntøkurnar eru stórar, og samlaðu lønargjaldingarnar vaksa. Bruttotjóðarúrtøkan veksur eisini.  Eg fegnist um, at vøkstur og framburður eru í okkara landi, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

- Komandi ár verður aftur avlop á fíggjarlógini. Sostatt hevur samgongan rokkið høvuðsmálinum, hon setti sær í samgonguskjalinum. Hetta er eitt bragd, tí fyri fáum árum síðan var landskassahallið slakar 700 mió. kr. Takið hevur verið tungt, men tá ið vit lyfta í felag, er einki ógjørligt.


- Tíðin gongur skjótt, og lætt er at gloyma. Fyri bert fáum árum síðan var kreppa. Stórar fyritøkur fóru av knóranum, og stórt arbeiðsloysi var. Dapurskygni valdaði í vinnu og húsarhaldum. Men nú er gongdin vend, segði løgmaður.

Gongdin er vend, tí vit hava arbeitt hart og miðvíst alt samgonguskeiðið. landsstýrið gjørdi rættar raðfestingar og hevur minkað hallið og tálmað almennu útreiðslurnar. samstundis varð búskapurin stimbraður fyri at varðveita vælferðina. Vit hava fingið búskapin á rættkjøl.

Landsstýrið flutti ikki einsamalt tjóðina frá kreppu til vøkstur. Tað eru allar hendurnar, heilarnir og hjørt- uni í Føroyum, sum saman hava ført okkum úr kreppuni og skapt vøkstur og vælferð.  

- Tað gekst illa, men nú gongst væl. Vit vóru í kreppu, men nú er vøkstur og framburður. Vit eiga at halda kósina og siga nei til at eksperimentera við okkara búskapi og vælferð, segði Kaj Leo Holm Johannesen í ólavsøkurøðuni.