Løgmaður: Ikki stuttligt at koyra fólkafloksfólk frá

Hóast løgmaður sigur, at hann hann fyrr hevur koyrt trý fólkfloksfólk frá sum landsstýrisfólk, so passar tað ikki

– Eg havi verið í tí truplu støðu fyrr at koyrt trý fólkafloksfólk frá – og tað er ikki stuttligt – og tá fingu vit eina minnilutasamgongu...

 

Tað segði Kaj Leo Holm Johannsen, løgmaður, í sjónvarpssamrøðu, sum Kringvarpið sendi í útvarpinum og í Degi og Viku í gjárkvøldið.

 

Men tað er ikki rætt, sum løgmaður sigur, tí hann hevur ongantíð koyrt trý fólkfloksfólk frá sum landsstýrisfólk.

 

Løgmaður vísti til hending 6. apríl í 2011. Men tað er ikki rætt, at hann koyrdi trý fólkafloksfólk frá sum landsstýrisfólk. Tað var hinvegin Fólkaflokkurin sum rýmdi undan løgmanni. Og tað var Fólkaflokkurin sum segði upp samgonguna við Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, og í tí sambandi bóðu Jacob Vestergaard og Annika Olsen, sum vóru landsstýrisfólk fyri Fólkaflokkin, løgmann um at loysa seg úr starvi. Tað skal løgmaður gera.

 

Tann 19. januar í 2011 bað Jørgen Niclasen um at verða loystur úr starvi sum landsstýrismaður í uttanlandsmálum, tí hann hevði ikki stundir at vera formaður í Fólkaflokkinum og landsstýrismaður í senn.

 

Fólkaflokkurin tók seg úr samgonguni, tí flokkurin var ósamdur við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin um búskaparliga politikkin, og Føroyar fingu tá sína fyrstu minnilutastjórn, tá Tjóðveldi lovaði at hjálpa Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum við ávísum málum afturfyri ikki at fella landsstýrið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen skrivaði sjálvur á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni eina viku eftir hendingina soleiðis:

 

Fyri viku síðani tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni, og vit fingu eina minnilutastjórn. Eingin broyting er hend við fiskivinnupolitikkinum, síðani Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.

 

Altso skrivar løgmaður sjálvur, at »Fólkaflokkurin fór úr samgongun«. Kaj Leo Holm Johannesen hevur bara koyrt tveir landsstýrismenn frá. Tað var Jákup Mikkelsen, sum varð koyrdur frá 15. februar í 2012 vegna gegnistrupulleikar og politiska ósemju um kunngerð um friðing av innaru leiðunum, og Kára P. Højgaard, sum varð koyrdur frá 5. september í 2013 fyri politiska órógv í sambandi við Skálafjarðartunnilin. 

 

Les eisini:

 

Mín uppgáva at skera ígjøgnum

 

Bárður Nielsen: Løgmaður niðurger Sambandsflokkin


Helgi Abrahamsen: Eg eri vónbrotin av løgmanni