Løgmaður nertur ikki tollmálið

- Eg havi álit á landsstýrismanninum og geri einki við tollmálið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

- Eg havi álit á landsstýrismanninum og geri einki við tollmálið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Fyri fyrstu ferð er sonevnda tollmálið hjá Jørgeni Niclasen viðgjørt í løgtinginum. Tað var gjørt í munnligum fyrispurningi frá Sirið Stenberg til Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Tingkvinnan fyri Tjóðveldi vildi snøgt sagt hava at vita frá løgmanni, um hann hevur álit á landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Eisini vildi Sirið Stenberg hava at vita, um løgmaður fer at krevja frá Jørgeni Niclasen, at hann leggur eina fullfíggjaða frágreiðing fyri løgtingið.

 

Svarið hjá løgmanni var kontant.

 

- Eftir at Jørgen Niclasen hevði lagt fram sína frágreiðing næstsíðsta fríggjadag boðaði eg frá, at eg hevði álit á landsstýrismanninum. Og hetta er eisini støðan í dag, segði Kaj Leo Holm Johannesen av tingsins røðarapalli.

 

Løgmaður vísti síðani á, at tollmálið er ikki partur av eftirlitisskylduni sambært stýrisskipanarlógini.

 

- Hetta er ein spurningur um persónlig viðurskifti hjá Jørgen Niclasen, og eg geri einki meira við hetta málið, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Andstøðan var tó alt annað enn nøgd við svarið hjá løgmanni.

 

- Hetta snýr seg um álitið á skipanina. Um at hva álit á sjálvan landsstýrissessin, segði Bjørt Samuelsen.

 

- Aðrastaðni fer ein ráðharri frá, um bara minsti ivi er um hansara trúvirði. Herheima tykist tað øvugta vera galdandi, segði Kristina Háfoss.

 

- Hvat gjørdi løgaður, tá hann sambært Jørgen Niclasen sjálvum varð kunnaður um málið í 2008, spurdi Rigmor Dam, sum tó ongantíð fekk nakað svar.

 

- Heldur løgmaður, at tað er í lagi at álitið á ein landsstýrismann minkar av øllum ósvaraðu spurningunum í hesum málinum. Tað snýr seg um at varðveita álitið á tey fólk, sum er sett at umsita landsins lógir og viðurskifti hjá okkara borgarum, segði Sirið Stenberg.

 

Úr samgonguni vóru Helgi Abrahamsen og Bill Justinussen teir einastu, ið tóku orðið.

 

- Hvat visti Tjóðveldi um tollmálið, tá tey fóru í samgongu við Jørgen Niclasen í 1998. Hví gjørdu tey einki tá, spurdi Bill Justinussen.

 

Helgi Abrahamsen vísti í sínum lagi á, at Jørgen Niclasen bæði var valdur og eisini koyrdur frá, síðani umrøddu viðurskiftini fóru fram.

 

Løgmaður førdi fram, at øll í politisku skipanini hava í áravís hoyrt um tollmálið.

 

- Eg havi hoyrt um eitt tollmál síðani 2002. Tað hava øll í politisku skipanini. Sigur man seg ikki hava hoyrt okkurt um eitt tollmál, so er man ikki erligur út frá hjartanum, segði Kaj Leo Holm Johannsen.

 

Tað fekk Sirið Stenberg upp úr stólinum.

 

- Hetta er ein vánalig undanførsla hjá løgmanni. Hava øll í hesum høga tingi vitað um hetta í áravís, so er eisini okkurt galið inni her, segði Sirið Stenberg.