Tað at støðið í samgonguni er soleiðis, sum løgmaður tekur til, sigur ikki so lítið um tey politisku avrikini, sum eru framd, og er tað veruliga soleiðis, sum løgmaður sigur frá, so er væl skiljandi, at støðan er soleiðis sum Føroya fólk hevur havt varhugan av í longri tíð. Tað at løgmaður fyrst nú hevur funnið út av hesum er meira enn harmuligt, tí tað er greitt, at tað verður ein upptøka, tá blæubørn løgmans leggja frá sær. Tað at vera blæubarn er ikki gott, tí tá mugu fólk vera um ein meira og minni støðugt. Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at ein er blæubarn. Tað kunnu vera ymiskir orsøkir til, at blæa skal brúkast, tað kann vera av elli, at tað verður neyðugt, men mest er tað fyri pinkubørn, sum annars eru hjálparleys og tí mugu hava hjálp til at skifta blæur, men tað eru nú ikki hesi viðurskifti, sum løgmaður helst sipar til. Men tað er í einum politiskum orðaskifti um landsins støðu, at her verður gjørt upp, og løgmaður metir ikki bara sínar samgongumenn, men so sanniliga sínar partamenn fyri politisk blæubørn, hjálparleys, um ikki hann løgmaður hvørja ferð, tað er neyðugt, er við hondina at skifta blæu á samgongumonnum sínum.
Tað at tað politiska støðið er so lágt ger, at Føroya fólk er í eini ringari støðu. Tað at eitt barn er hjálparleyst, tá tað er í blæualdri, er natúrligt, men at ein samgonga og landsins stýri eru á slíkum støði sum løgmaður kunngjørdi, tað er meira álvarsligt, og taka vit tær sparingar, sum landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fyri, sum væl eisini fer at raka blæurnar, so verður løgmaður noyddur undir at vaska tær blæurnar, sum hann hevur við hondina, um hann ætlar at nakað skal koma á skaftið. Fíggjarliga skal sparast, so her verður løgmaður at fylgja einum av blæubørnum sínum við góðari undangongu, og fara undir at vaska eftir seg, tí stuðul til blæubørn síni fær hann ikki, og barnaansing verður torfør at fáa við teimum niðurskurðum, sum eru fráboðaðar.
Álvaratos, er ikki leiðarin av einari politiskari samgongu við einum slíkum skoðsmáli av samgongufeløgum sínum, er hann ikki langt úti, ella er tað sum fer fram á tí politiska økinum bert skemt...
Tað er tó ikki so lítið álvarsligt, tá landsins løgmaður fyri opnari mikrofon fyri Føroya fólki metir teir, sum hava tað politiska valdið, at vera á pinkubarnastøði, og at arbeiði teirra er har eftir. Tað at løgmaður málber seg soleiðis, og at samgongufelagar hansara góðkenna meting hansara, tá má tann veljarin, sum ikki um langa tíð skal taka støðu til, um hetta skal halda fram, hann má taka seg um høvdið.
Mín vón skal vera, at løgmaður fær tann stuðul til blæur til blæubørn síni soleiðis, at upptøkan aftan á hetta stýri ikki verður so torfør.