Løgmaður til setanina á ST-aðalfundinum

Støðan í heiminum er hættislig. Hetta var greiði boðskapurin hjá António Guteres, ST-aðalskrivara, í røðu síni á aðalfundinum í gjár, har løgmaður tók lut.

ST-aðalskrivarin vísti millum annað á, at russiska innrásin í Ukrainu, høgi prísvøksturin, matvørukreppan og átrokandi veðurlagsavbjóðingarnar áleggur øllum heiminum at finna loysnir.

 

“Í einum heimi, sum í løtuni er hart sperdur á fleiri økjum, hevur tað sjáldan verið størri tørvur á, at heimssamfelagið stendur saman. Ovurhondsstóru avbjóðingarnar loysa vit ikki hvør í sínum lagi. Tær kunnu bara loysast saman í felag,”, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

##med2##

 

Løgmaður uttan fyri høvuðssætið hjá ST í New York

 

Til setanina í gjár var løgmaður partur av donsku sendinevndini, sum eisini taldi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, Fríðrik krúnprins, Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra, og Flemming Møller Mortensen, menningarmálaráðharri.

 

##med3##

 

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, løgmaður og Flemming Møller Mortensen, menningarmálaráðharri

 

Hetta er fyrstu ferð, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, luttekur á ST-aðalfundi. Hetta er í sama viðfangi fyrstu ferð síðani 2014, at løgmaður tekur lut vegna Føroyar.

 

##med4##

 

Løgmaður tók eisini lut á einum fundi við smátjóðir. Talan var millum annað smátjóðir, ið hava somu avbjóðingar sum Føroyar. Bárður á Steig Nielsen nýtti høvi at greiða frá góðu gongdini í Føroyum seinastu árini.