- Løgmaður undirgrevur politisku skipanina

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn standa aftanfyri misálit á løgmann, sum verður borið inn í løgtingssalin um eina løtu

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn standa aftanfyri misálit á løgmann, sum verður borið inn í løgtingssalin um eina løtu

 

- Misálitið er mest knýtt at Skálafjarðartunnlinum. Hetta málið hevur undirgrivið politisku skipanina somikið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta.

 

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum leggur fram uppskot um misálit saman við Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.

 

- Tað er eitt mark fyri, hvussu langt man vil fara. Eg vil ikki longur vera partur av ábyrgdini, at tílíkt fer fram, sigur Poul Michelsen og heldur fram:

 

- Vit seta nú eina striku í sandin. Eru tað fleiri, sum standa aftan fyri løgmann, so mugu tey eisini standa við tað, sigur Poul Michelsen.

 

Enn er ikki greitt, um andstøðan stendur saman um misálitið á løgmann. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava tilsamans 13 løgtingslimir.

 

Atkvøða 17 løgtingslimir fyri uppskotinum um misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, so noyðist løgmaður at boða løgtingsformanninum frá, at hann leggur frá sær.

 

Sí myndatema frá løgtinginum HER.

 

Les eisini:

 

Misálit á løgmann