Løgeglan er í Suðuroy og kannar bilar, og her eru longu fleiri bøtur skrivaðar. Kanningarnar halda fram í øllum førum í dag afrat.
- Vit hava steðgað heilt nógvum bilum, og fleiri bøtur eru skrivaðar, einari 40 í tali. Vit hava verið víða um í Suðuroynni.
Vaktleiðarin segði í morgun, at flestu bøturnar eru skrivaðar fyri ov vánalig dekk, at fólk ikki sita í trygdarbelti, og onkur hevði ikki koyrikortið uppi á sær.
Løgreglan sigur, at hetta er tíðin, tá hugt verður eftir dekkunum, og tá hált er, er ikki loyvt at koyra við summardekkum.
- Onkrir bilar hava havt slitin dekk, og í onkrum øðrum føri koyra bilførarar við píkadekkum, men við ov lítlum tali av píkum í onkrum av dekkunum.
Vaktleiðarin sigur, at eitt nú er ikki loyvt at koyra við píkadekkum, har talið av píkum á onkrum dekki er meira enn 25 prosent minni enn á onkrum øðrum dekki.
Í slíkum føri noyðast fólk antin at skjóta fleiri píkar í dekkini - ella mugu tey taka píkarnar úr øllum dekkunum, um nakar dugur annars er í teimum.
- Tað er ikki loyvt at koyra við summardekkum í vetrarmánaðunum, um vandi er fyri hálku á vegunum, sigur vaktleiðarin.