Løgreglan hevði eina róliga valnátt

Løgreglan var á varðhaldi, men har var einki at gera

Løgreglan hevði eina róliga valnátt. Tað sigur vakthavandi á løgregluni í morgun. Nakað av ferðslutrupulleikum tóku seg upp við valhølið í Havn, tí eitt skifti vóru so nógvir veljarar á valið í senn. At proppur kom í ferðsluna, men tað hæsaði av aftur.

 

Tá ið valið var av, og úrslitið var greitt, varð løgreglan eisini úti um seg og kannaði ferðsluna, men har var einki at finnast at, siga tey.