Tað gav úrslit, tá løgreglan í gjár gjørdi ferðsluátak á landsvegnum í Fuglafirði, har hon ikki brúkti ein valigan politibil til endamálið.
– Hetta verður gjørt onkuntíð, at vit nýta hendan leistin. Í gjár brúktu vit ein bil, sum sá út sum ein handverkarabilur, tá vit máldu ferðina hjá bilunum, sum koyrdu á landsvegnum í Fuglafirði.
– Hetta verður gjørt av og á fyri at fanga tey, sum "altíð sleppa undan" sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann greiðir frá, at vanliga, tá løgreglan ger ferðkanningar, so er tað eisini ein fyribyrging í tí, at fólk síggja, at løgreglan er á staðnum. Og soleiðis skal tað eisini vera, sigur hann. Men viðhvørt er neyðugt við øðrum átøkum fyri at fanga ávísar bilførarar, sum javnan koyra ov skjótt. Hann sigur eisini, at tað kemur meira enn so fyri, at tey fáa fráboðan um ávísar bilførarar, sum altíð koyra ov skjótt, og tað ber til at fanga hesar við slíkum "kamofleraðum" átøkum.
Í ferðsluátakinum koyrdi ein bilførari 130 km um tíman, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Eisini fekk løgreglan á hendan hátt fatur á fleiri prutlum, sum koyrdu skjótari, enn tey hava loyvi til at koyra.
Løgreglan var eisini við skúlan í Fuglafirði og við Gøtugjógv. Ein var tikin fyri at koyra 72 í bygdum øki, sum gevur klipp í koyrikortið. Seks vórðu tiknir fyri at brúka fartelefon, onkur koyrdi uttan sela, og tveir vórðu skrivaðir fyri skeiva lyktaføring.