Løgreglan tók koyrikortið á staðnum

Tað fekk avleiðingar fyri ein bilførara, sum koyrdi alt ov skjótt

Aftur í gjárkvøldið var løgreglan á Glyvursvegi og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Glyvursvegur er vegastrekki frá rundkoyringini við Velbastaðvegin, tvørtur um brúnna á Argjum og heilt niðan til skúlan á Argjahamri. Tað er ein góður vegur, bæði beinur og breiður, uttan við rundkoyringina á Argjum við Traðagøtu og Reynsgøtu.

 

Hóast vegurin er góður at koyra á, er hann í bygdum øki, og har er bara loyvt at koyra 50. Men kortni eru nógvir bilførarar falnir fyri freistingini at koyra skjótt og tí hevur løgreglan óteljandi ferðir verið á Glyvursvegi við ferðmátaranum, og tað kemur ikki fyri, at ikki onkur bilførari verður skrivaður upp.

 

Soleiðis var eisini í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt og teir fáa allir bót. Tveir av teimum fingu eisini  klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.

 

Verri var hjá tí triðja bilføraranum, tí hann koyrdi heili 110 kilometrar um tíman og hann missur koyrikortið, umframt at hann fær einar 6.000 krónur í bót. Løgreglan sigur, at koyrikortið varð tikið á staðnum, so hann mátti til gongu og fáa onkran við koyrikortið at koma eftir bilinum.