Løgreglan tók mann sum varð frá sær sjálvum

Hann er skuldsettur fyri harðskap og herverk

Seinnapartin í gjár varð løgreglan boðsend at koma á Tjóðpallin í Tórsgøtu, tí ein maður var frá sær sjálvum. Hann var dýrandi fullur og hevði einki við tey at gera. Men kortini varð hann komin inn á Tjóðpallin, har hann gjørdust frá sær sjálvum og sló eitt fólk.

 

Løgreglan kom á staðið og handtók mannin og hann er enn á løgreglustøðini. Tey vita ikki, hví hann varð so óður.

 

Løgreglan sigur, at hann er skuldsettur fyri harðskap og herverk og í hesum sambandi hevur hann brotið tveir rútar í einum vindeyga, umframt at hann breyt ein stól, sum hann hann blakaði í vindeygað, umframt at hann breyt eina hurð.

 

##med2##

 

##med3##