Eftir orðaskifti í slakar átta tímar – frá klokkan 14.40 til 22.30 – kom Løgtingið til atkvøðugreiðsluna í uppskotinum til fría fosturtøku.
Úrslitið var, sum væntað, at 17 atkvøður vóru fyri málinum, og at 16 atkvøður vóru fyri málinum.
Harvið er málið samtykt við 2. viðgerð og skal nú víðari til 3. viðgerð. Verður tað aftur samtykt tá, so lógaruppskotið lóg og frí fosturtøka til og við 12. viku í viðgongutíðini verður galdandi í Føroyum.
Orðaskiftið var drúgvt og stundum hart. Serliga vóru tað tingfólk, sum vóru ímóti uppskotinum, sum høvdu orðið og høvdu orðaskifti gangandi.
Lesið eisini: Fosturtøkulógin verður samtykt 17-16
Enn er ikki greitt, nær lógaruppskotið kemur til 3. viðgerð, men tað kann vera seinni í vikuni.
Soleiðis atkvøddu tingfólk í kvøld:
##med2##
##med3##













