Løgtingið: Tvær tíðindadeildir í Kringvarpinum

Á løgtingsfundinum, sum verður í dag klokkan 11, fer Løgtingið at viðgera uppskot frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni hjá Fólkaflokkinum, um at slíta tíðindadeildina í Kringvarpinum sundur í tvær deildir.

Jógvan á Lakjuni var sjálvur landsstýrismaðurin, sum í 2004 legði Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman í ein stovn. Fleiri vóru, sum ávaraðu um hetta, tí nú fór Kringvarpið at gerast ein alt ov sterkur stovnur, enn um útvarp og sjónvarp kappaðust um tíðindi, sum tey gjørdu frammanundan.

Sjálvt um tað hevur staðið í lógini um Kringvarpið, at talan skuldi vera um tvær tíðindadeildir, og seinni tvær redaktiónir, so hevur eingin nakrantíð tikið hetta í álvara – heldur ikki skiftandi landsstýrisfólk í mentamálum, og arbeitt hevur verið sum um, at stonvurin bara hevur eina tíðindadeild.

Men landsstýrismaðurin, sum fyri 14 árum síðani legði stovnarnarn saman, vil nú slíta tíðindadeildirnar sunduraftur, soleiðis at tað verða tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir.

Hann sigur, at endamálið við hesum uppskoti er at fara aftur til ta upprunaligu ætlanina, og hann heldur tað bera spell, at tað bert bleiv ein tíðindadeild, og at tað er týðiligt, at verandi tíðindaredaktiónir ikki hava virkað óheftar av hvørji aðrari.

– Tað er sera týdningarmikið, at tíðindaflutningurin er fjøltáttaður, at føroysku samfelags- viðurskiftini verða viðgjørd frá so nógvum sjónarhornum sum møguligt, at tíðindi og annað tilfar verða tikin upp á fleiri støðum, sum ikki hava samband sínámillum, og at verulig kapping er á økinum, sigur hann.

Jógvan á Lakjuni veit ikki, hvussu nógv hetta fer at kosta, »men ivaleyst verður brúk fyri nøkrum starvsfólkum aftrat«, sigur hann í viðmerkingunum til uppskotið.

Trý onnur mál eru á skrá hjá Løgtinginum í dag. Tey eru:

1) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 88/2017: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2017 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2017

2) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 90/2017: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2017

3) 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 89/2017: Uppskot til liberalisering av elorkuøkinum í Føroyum.